
- Klæðini skulu vera hampilig og ikki ov avdúkandi. Stuttir niðurdeilar og shorts ella buksur, ið sita ov niðarlaga eru óhóskandi til skúlabrúks. Somuleiðis eru niðurringaðar blusur og nalvablusur óhóskandi.
Tað stendur á síðu "Klædnareglur" á heimasíðuni hjá Vestmanna skúla. Hetta hevur elvt til kjak á Facebook, og millum annað Elisa Vang finst at hesum.
- Út frá hesum, eru tað at kalla bara gentuklæðir, sum hava reglur! Hetta hoyrir fornøldini til, heldur Elisa Vang.
Nógv hava viðmerkt á vanganum hjá Elisu Vang, og onkur vil vera við, at tað næstan vildi verið frægari at brúkt skúlabúna.
(Skíggjamynd: Vestmannaskuli.fo)
Ótarnað og professionelt arbeiðsumhvørvi
- Brýtur ein næmingur klædnareglurnar og ikki virðir átalur, setur skúlin seg í samband við heimið. Heldur atburðurin fram, kunnu onnur tiltøk verða sett í verk, skrivar Vestmanna skúli á heimasíðuni.
Víðari verður sagt, at skúlin vónar, at hesar klædnareglurnar tryggja eitt ótarnað og professionelt arbeiðsumhvørvið, har næmingar og lærarar sýna virðing fyri sær sjálvum og floks- og starvsfeløgum.
Løgtingskvinna: Eru vit ikki komin longur?
Ein sum eisini vísir sína ónøgd á Facebook er tingkvinnan fyri Tjóðveldi, Liljan Weihe.
- Eru vit veruliga ikki komin longur??? Gentur og dreingir (og vaksnar kvinnur) skulu sleppa at ganga í júst tí, tey hava hug til! Tey eru ikki trupulleikin. Trupulleikin er hugburðurin hjá skúlanum , skrivar Liljan Weihe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald