Sunnukvøldið 26. oktober verður landsinnsavningin hjá Krabbameinsfelagnum -Saman um krabbamein.
Les meira: Saman um krabbamein sunnukvøldið
Eins og áður, gera skúlar og skúlaflokkar eisini nógv fyri at savna pening inn í stríðnum móti krabba.
Í hesum døgum eru tað næmingar í Skúlanum á Giljanesi, sum gera eitt serligt átak fyri at stuðla landsinnsavningini hjá Krabbameinsfelagnum.
Heimasíðan hjá Vága kommunu skrivar, at hetta er við rudding, sølu og hugnaligum tiltøkum
Í gjár var vaflusøla á skúlanum, har næmingar kundu keypa sær vaflur. Køksbreytin bakaði, tónleikabreytin spældi, og dramabreytin gjørdi ein stuttfilm, ið verður sendur Krabbameinsfelagnum. Allur peningurin, sum kom inn frá søluni, fer óskerdur til innsavningina.
- Fyrrapartin, hósdagin 23. oktober, fóru næmingarnir eisini út at rudda.
2. flokkur fók út á sandin í Sandavági, og 6. flokkur tekur sær av sandinum í Miðvági, har tey savnaðu rusk og gera sítt til at halda bygdirnar reinar og hugnaligar, og kommunan letur flokkunum eina samsýning, sum eisin fer óskerd til innsavningina.
Seinnapartin og í kvøld skipar 2. flokkur fyri einum familjutiltaki á miðstadarøkinum í Sandavági.
Vága kommuna vísir á, at næmingarnir kunnu vísa, at man saman ger mun. Hetta átakið hjá næmingunum eisini er eitt gott dømi um, hvussu skúlin arbeiðir við ABC-hugsanini um sálarliga heilsu – at vera virkin, vera saman og vera hugbundin.
- Tey gera nakað gott fyri onnur, samstundis sum tey læra, samstarva og hava tað stuttligt saman. Við hesum átøkum vísa næmingarnir, at smá stig kunnu gera stóran mun – bæði fyri onnur og fyri egna sálarliga heilsu.Og tað er júst tað, Virkin oktober eisini handlar um – har Vága kommuna leggur dent á at styrkja trivnaðin, samveruna og felagsskapin í øllum aldursbólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald