Uttanlands

Myndugleikarnir í Gaza fingið líkini av 15 palestinum

Ísrael hevur nú latið myndugleikunum í Gaza tilsamans 150 lík sum part av avtaluni um vápnahvíld

Ein av yvir 600 palestinskum fangum, sum vórðu leyslatnir í februar (Mynd: EPA)

Ein av yvir 600 palestinskum fangum, sum vórðu leyslatnir í februar (Mynd: EPA)

2025-10-19 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael hevur handað myndugleikunum í Gaza líkini av 15 palestinum úr ísraelskum fongslum.

Sambært palestinska heilsumálaráðnum hevur Gaza fingið tilsamans 150 lík úr Ísrael, skrivar Ritzau.

Sambært avtaluni um vápnahvíld, sum kom í gildi fríggjadagin í farnu viku, skulu Ísrael og Hamas býta um bæði ivandi gíslar og fangar, og Ísrael skal lata Gaza 15 lík fyri hvørt lík, sum kemur úr Gaza.

Teir 20 gíslarnir, sum enn vóru á lívi í Gaza, eru leyslatnir, og eisini hevur Hamas latið Ísrael 12 av 28 deyðum gíslum. Eisini eru um 2000 palestinskir fangar leyslatnir úr ísraelskum fongslum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder