Innanlands

Myndir: Upp ímóti 100 hvalir lagt beinini í Sandavági

Grindin varð funnin vestanfyri Koltur í morgun

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-07 11:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gekk væl at drepa grindina, sum legði beinini í Sandavági tá klokkan nærkaðist ellivu fyrrapartin.

Grindin varð funnin vestanfyri Koltur um átta tíðina í morgun.

Tað er ringt at siga hvussu nógvir hvalir talan er um, men tað er upp ímóti 100. Hvalirnir verða nú sleipaðir til Miðvágs.

Nógv fólk var í Sandavági og hugdi eftir drápinum. Eisini nógv ferðafólk.

placeholder
placeholder