Innanlands

Myndir: Snjóugla við Halgafelstind

Silas Olofson avmyndaði fyrr í vikuni eina snjóuglu uppi við Halgafelstind á Eysturoynni. Sí serstøku myndirnar

(Mynd: Silas Olofson)

(Mynd: Silas Olofson)

2022-10-21 16:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fuglafrøðingurin Silas Olofson var mikudagin ein túr uppi við Halgafelstind á Eysturoynni. Hann avmyndaði eina snjóuglu, og myndirnar eru rættiliga sjáldsamar.

- Ein snjóugla hevur verið at sæð í økinum á hvørjum heysti seinastu trý árini og m.a. Tummas Jacobsen og aðrir hava sæð ugluna aftur í ár. 

- Tað eydnaðist mær at finna snjóugluna aftur í sama øki í Fagradali. Eg setti meg burturfrá og brúkti lítlan tíma at fáa ugluna at venja seg við meg. Hon gjørdist rættiliga spøk og helt meg kanska meir vera ein seyð enn fólk Sostatt slapp eg rættiliga nær at avmynda hana, greiðir Silas Olofson frá á Facebooksíðuni “Fuglar í Føroyum”.

Talan er um gamlan steggja. Helst reiðrast hann langt móti norði, men kemur í vetrarvist í Føroyum, sigur Silas Olofson. 

- Eg sá eisini ugluna spýggja og havi nú givið tjóðsavninum spýggið, so kannast kann hvat uglan veiðir til matna. Ein uppliving í heimsklassa, sigur hann.

Sí serstøku myndirnar sum Silas Olofson tók:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder