Innanlands

Myndir: Kongshjúnini eru komin til Miðvágs

Eftir ein túr í Koltri sigldu tey við Rescue Lív, og eru nú umborð á Dannebrog. Fitt av fólki var komið at forvitnast á keiøkinum í Miðvági

Hátignini Fríðrikur, Mary og Josephine umborð á Dannebrog (Mynd: Sverri Egholm)

Hátignini Fríðrikur, Mary og Josephine umborð á Dannebrog (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-10 18:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint eftir klokkan 14 setti flogfarið við Fríðriki kongi og drotning Mary umframt Josephine prinessu, við fylgi, í Vágum. Sum skilst var tað komið úr Aalborg.

Kongshjúnini høvdu ikki verið leingi í Føroyum fyrr enn farið var uppfrá aftur: Leiðin gekk til Kolturs við tyrlu.

Hesin túrurin er ikki partur av almennu skránni, so vit vita ikki heilt, hvat var á skránni í Kolturi. Tó hava vit fingið upplýst, at fólk veruliga hava fyrireikað hesa serstøku vitjanina seinastu dagnarnar.

Sigldu til Miðvágs - fitt av fólki

Fyri lítlari løtu síðani legði Rescue Lív at í Miðvági. Skjóttgangandi báturin førdi Hansara Háting og Hennara Hátign úr Koltri.

Í tímanum upp til hetta hava løgreglufólk verið at sæð í økinum við Dannebrog. Kongsskipið hevur ligið her síðani leygardagin.  Vága kommuna er ikki partur av almennu skránni, men forvinnur harvið nakað uppá kongsvitjanina. Tað er vanligt, at ymisku kommurnar, har vitjað verður, gera heilt nógv burturúr. 

Matrósar og onnur stóðu til reiðar umborð, meðan ung sum eldri hava staðið spent á kaiøkinum í góðveðrinum. Eisini sóust spent vágafólk í kappróðarbáti og eisini nakrir dreingir í skjóttgangandi gummibáti.

Kongsvitjanin í Føroyum byrjar annars alment í morgingárini, mikudagin 11. juni, klokkan níggju. Tá leggur Dannebrog at á Bursatanga. Portalurin verður við allan vegin.

Sí myndir úr Miðvági niðanfyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder