Mentan

Myndir: Jóannes Andreasen og FSO

Beethoven fyri klaver og orkestur var á skránni í Løkshøll og Hátúni um vikuskiftið

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2022-02-21 15:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskiftið hevur aftur verið møguligt at uppliva Føroya Symfoniorkestur, eftir at nógvar konsertir hava verið avlýstar seinastu tvey árini orsaka av koronustøðuni.

Hesaferð spældi FSO saman við klaverleikaranum, Jóannes Andreasen. Tey framførdu trý verk fyri klaver og orkestur eftir Ludwig van Beethoven: Coriolan-ouverturuna, 4. klaverkonsert og 4. symfoni.

Hesaferð var tað enska Catherine Larsen-Maguire, sum stjórnaði orkestrinum.

Tvær konsertir vórðu hildnar, í Løkshøll í Runavík fríggjakvøldið, og í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla leygardagin.

Myndirnar, sum Ólavur Frederiksen hevur tikið, eru frá konsertini í Hátúni leygardagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder