
Seinnapartin setti Elsa Berg, borgarstjóri, hakan í til nýggja røktarheimið í Stórubrekku í Hoyvík.
Articon hevði lægsta tilboðið at byggja røktarheimið uppá knappar 300 milliónir krónur.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.
Væntandi verður heimið liðugt í seinnu helvt av 2027.
Sí myndir frá lítlu samkomuni í illfýsna veðrinum seinapartin:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald