placeholder
Mentan

Myndir: DansiEksperimentið 2018

Seinastu sýningarnar vóru í kvøld. Sí myndir

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-25 21:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Punktum var sett við DansiEksperimentið 2018 við seinastu sýningunum í kvøld. Einari eykasýning klokkan 18, og einari sýning klokkan 20.

Í ein góðan tíma leika tey í eftir rútmum, men eisini øðrum ljóði - dansararnir. Avbera vøkur sýning har ljóð, ljós og dansur riggaðu til fulnar.

Við sær høvdu tey fingið Silvurdrongin við Trygva Danielsen, og onnur sum framførdu sum Jenny Kragesteen, Biritu Adela Davidsen, Dan Helgi í Gong og Torkil Petersen. Sýningarnar í ár vóru í Læraraskúlahøllini.

DansiEksperimentið er ein árlig dansiverkætlan, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar á einum felagspalli. Eini 60 fólk luttóku í ársins DansiEksperimenti, og hetta er fjórða árið, at tað verður hildið. Áðrenn sýningarnar hava tey verið á venjingarlegu í eina viku, har ymisku dansirnir eru vandir.

 

'

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder