Mentan

Myndir: Av Norðoyri og út á Skálanes

Við Pól Sundskarð í føroysku náttúruni

"Vit báðir"

2022-06-13 23:28 Author image
Pól Sundskarð
placeholder

Pól Sundskarð: Í dag gekk leiðin av Norðoyri og út á Skálanes.

Undir vanligum umstøðum hevði eg gingið út í Skúvadal og til Vøtnini/Tjarnirnar har sum eg rættiliga ofta áður havi vitjað.

Komin út í Hávansurð nakað heimanfyri Skálanes, síggi eg eg ein fugl liggja á gøtuni og hann sleppur ongan veg. Tá eg nærkist síggi eg at tað er ein lómur, og at tað er vinmaður mín, sum eg havi vitjað so oftani tey seinastu mongu árini. Nú liggur hann veingarbrotin og sleppur ongan veg.

Hann hevur nokk roynt at sloppið sær frá Tjørnini og omaneftir í Skúvadal fyri at sleppa á sjógv fyri síðan at koma á flog.

Eg visti at hansara tíð var komin at enda, men at taka lívið av honum kom ikki uppá tal. Vendi mær til mín góða vin Jón Aldará og ráðini hjá honum vóru at taka hann við mær heim og tað gjørdu vit. Konan fór úr t-shirtini og eg fór so eftir honum, pakkaði hann væl inn og so heim til Oyrar.  

Mítt størsta ynsksi er, at vit fáa eitt par aftur, og at vit mugu hava størstu virðing fyri hesum fuglinum. Har hann er, leggur hann egg heilt tætt framvið tjørnum/vøtnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder