
Kringvarpið hevur seinastu vikurnar víst eina mynd av hekkuportrinum á Galaxy, har dagsljós sæst. Hendan myndin er eftirkannað av serfrøðingum og er røtt.
Men tað, sum ikki er rætt, er ein tilgjørd mynd, sum av misgáum endaði á Dagur og viku-skíggjanum í nøkur sekund í byrjanini av sendingini týskvøldið. 7. oktober.
Munurin er at meira ljós er sett á myndina sum kemur inn omanfyri portrið.
Myndin varð framleidd av einum starvsfólki, sum vildi prógva, hvussu lætt og skjótt tað í veruleikanum er at broyta myndir. Tíverri endaði myndin ikki í ruskílatinum, men í einari mappu, haðani hon fór inn í sendiskipanina og upp á skíggjan í Degi og viku, skrivar Katrin Petersen, tíðindaleiðari í KvF í rætting.
Hetta var eitt menniskjaligt mistak, og ein tilgjørd mynd fór út ótilætlað. Kringvarpið biður hyggjaran um umbering fyri mistakið.
Soleiðis sær upprunaliga myndin út (Mynd: KvF)
Á tilgjørdu myndini kom enn meira ljós inn (Mynd: KvF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald