placeholder
Uttanlands

Myanmar: Fleiri politiskir fangar leyslatnir – og síðani handtiknir aftur

Herfyri lovaði hernaðarleiðarin í Myanmar, at fleiri enn 5.600 persónar fóru at verða leyslatnir, men í minsta lagi 40 eru longu handtiknir aftur

Her verða leyslatnir fangar fluttir úr fongslinum í Yangon, ið er størsti býur í Myanmar (Mynd: EPA)

Her verða leyslatnir fangar fluttir úr fongslinum í Yangon, ið er størsti býur í Myanmar (Mynd: EPA)

2021-10-20 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hernaðarstýrið í Myanmar hevur seinastu dagarnar leyslatið hundraðtals politiskar fangar. Hetta, eftir at boðað herfyri varð frá, at fleiri enn 5.600 persónar, sum hava verið handtiknir í sambandi við mótmælum og hernaðarkvettinum í februar, fóru at verða leyslatnir.

Talan er um politikarar, stríðsfólk, tíðindafólk og nógv onnur.

Men mannarættindafelagsskapir og lokalir miðlar upplýsa tó, sambært Ritzau, at fleiri av teimum leyslatnu longu eru handtikin aftur.

Í minsta lagi 40 persónar vórðu handtiknir aftur, júst sum tey vórðu leyslatnir, verður upplýst.

Demokratiskt valdi leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, sum varð millum tey, ið vórðu handtikin 1. februar, situr tó enn í húsavarðhaldi. Hon er skuldsett fyri fleiri lógarbrot.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder