Innanlands

Munnligir fyrispurningar í tinginum í dag

Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11 fyrrapartin, verða 21 fyrispurningar á skránni

(Savnsmynd: KVF)

(Savnsmynd: KVF)

2021-10-20 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú klokkan 11 verður tingfundur, har framløga og munnligir fyrispurningar verða á skránni.

Heili 21 munnligir fyrispurningar eru á skránni í dag.

M.a. skal landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, svara fleiri spurningum um Bústaðir. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum skal svara spurningum um barsil og lestrarstuðul, og veðurlagspolitikk, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal svara fyrispurningum um suðuroyarsiglingina og um uppsøgnina í Posta.

Allir spurningarnir síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder