Álitini um Suðuroyartunnilin og pensjónsmálið eru á veg, og verður fyrrnevnda sum skilst til reiðar í morgin, hósdagin.
Sí eisini: Álitið um Suðuroyartunnilin neyvan klárt týsdagin
Tá eru fleiri triðju viðgerðir á skránni. Í dag snýr tað seg um fyrispurningar.
Teir eru munnligir. Tað merkir, at tey spurdu ikki hava fingið boð um spurningarnar langt áðrenn.
Klokkan 10 burdi yvirlit verið klárt á logting.fo. Hetta yvir hvørji spyrja hvønn, og um hvat.
Tað eru landsstýrisfólkini, har ímillum løgmaður, sum skulu svara ymiskum.
Tingfundurin stendur til at byrja klokkan 11.00. Hann kann stroymast á heimasíðu Løgtingsins. Eftir fyrispurningarnar er framløga á skránni.
Vit verða í Løgtinginum í dag - meira á Portalinum og FM1 seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald