Innanlands

Mundi endað við ferðsluóhappi í Norðoyatunlinum

Løgreglan ynskir at tosa við ein bilførara í sambandi við eina hending í Norðoyatunlinum um 13-tíðina í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-26 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við eina hending í Norðoyatunlinum í gjár ynskir løgreglan at koma í samband við ein bilførara, sum koyrdi suðureftir gjøgnum tunnilin um 13-tíðina leygardagin.

Tað mundi enda við einum ferðsluóhappi, tá ein løgreglubilur koyrdi norðureftir gjøgnum tunnilin og tann aftari av tveimum bilum, sum koyrdi suðureftir, fór yvir í mótkoyrandi vegbreytina - møguliga fyri at gera eina yvirháling.

Tað eydnaðist tó bilførarunum at bremsa, og løgreglan fekk steðgað bilførarunum, sum var farin yvir í skeiva breyt, og viðkomandi er skuldsettur fyri hetta.

Løgreglan vil tó fegin tosa við hin bilføraran, sum koyrdi frammanfyri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder