Innanlands

Móttøka fyri nýggja stjóranum í Heilsustýrinum fríggjadagin

47 ára gamla Noomi Oddmarsdóttir Gregersen tók 1. januar við sum stjóri í Heilsustýrinum eftir Bjarna á Steig, sum hevur verið stjóri seinastu trý árini

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum (Mynd: Heilsustýrið)

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum (Mynd: Heilsustýrið)

2026-01-05 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at Noomi Oddmarsdóttir Gregersen tók við sum stjóri í Heilsustýrinum 1. januar, verður almenn móttøka í nýggju hølunum hjá Heilsustýrinum á Óðinshædd 11, fríggjadagin 9. januar klokkan 14, skrivar stýrið í dag.

Noomi er 47 ára gomul, hon er útbúgvin MSc í lívfrøði frá Aarhus Universiteti og hevur eina PhD í medisini við sergrein innan arvafrøði frá Aarhus Universiteti. Harumframt er hon er í gongd við eina master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya.

Noomi hevur drúgvar royndir innan gransking og fyrisiting og hevur millum annað starvast sum granskari, verkætlanarleiðari fyri FarGen og eindarleiðari í Heilsustýrinum.

Noomi tekur við starvinum eftir Bjarna á Steig, sum hevur verið stjóri, síðani Heilsustýrið varð sett á stovn 1. januar 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder