Iranska mannarættindastríðskvinnan Narges Mohammadi, sum í 2023 fekk friðarheiðursløn Nobels, varð í gjár handtikin í Iran.
Hetta hendi í sambandi við minningaarhaldi fyri mannarætsadvokatin, Khosrow Alikordi, sum andaðist fyrr í hesum mánaðinum, skrivar felagsskapur hennara, The Narges Foundation á sosiala miðilin X.
Boðað verður frá, sambært Ritzau, at fleiri onnur mannarættindastríðsfólk eisini vórðu handtikin í hesum sambandi.
Narges Mohammadi fekk friðarheiðursløn Nobels fyri stríð sítt móti kvinnukúgan í Iran og fyri arbeiði sítt til frama fyri mannarættindi sum heild. Hon fekk tó ikki sjálv tikið ímóti heiðurslønini í Oslo, av tí at hon sat í fongsli.
Hon hevur seinastu árini sitið í fongsli í fleiri umførum fyri m.a. propaganda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald