Uttanlands

Mótmæltu koppsetingarpass í fleiri evropeiskum býum

Leygardagin varð skipað fyri mótmælistiltøkum í m.a. Svøríki, Týsklandi og Fraklandi

Millum 8.000 og 9.000 fólk mótmæltu í Stockholm leygardagin (Mynd: EPA)

Millum 8.000 og 9.000 fólk mótmæltu í Stockholm leygardagin (Mynd: EPA)

2022-01-23 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár høvdu túsundatals fólk í fleiri evropeiskum býum leitað sær út á gøturnar at vísa sína ónøgd við koronutiltøkini, sum leggja trýst á fólk fyri at fáa tey at koppseta seg, m.a. koppsetingarpassið. Tað skrivar Ritzau.

Í fleiri svenskum býum, m.a. Stockholm og Göteborg, savnaðust fólk at mótmæla. í svenska høvuðsstaðnum var talan um eini 8.-9.000 fólk.

Eisini í Týsklandi varð skipað fyri stórum mótmælistiltøkum. Fleiri staðni vóru samanbrestir, men sum heild gekk alt friðarliga fyri seg.

Í Fraklandi metir innlendismálaráðið, at eini 38.000 fólk mótmæltu koppsetingarpassið, sum frá mánadegnum verður krav nógva staðni í almenna rúminum.

Størsta mótmælið var í París, har gott 5.000 fólk luttóku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder