Uttanlands

Mótmæli móti rakettstøð eru slept

Ætlanir at fara undir rakettstøðina í Hetlandi nærkast veruleikanum

Roknað verður framvegis við, at fyrsti fylgisveinurin kann skjótast upp av oynni Unst í Hetlandi í ár (Tilgjørd mynd: shetnews.co.uk)

Roknað verður framvegis við, at fyrsti fylgisveinurin kann skjótast upp av oynni Unst í Hetlandi í ár (Tilgjørd mynd: shetnews.co.uk)

2022-01-21 15:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein snávingarsteinur í ætlanini hjá hetlendingum at byggja eina rakettútskjótingarstøð á Lamba Less í Unst norðast í Hetlandi sær nú út til at verða fingin av vegnum. Málið er framvegis at kunna fara í gongd rakettstøðina í ár.

Tað er stovnurin HES, Historic Environment Scotland, sum hevur tikið sítt mótmæli móti ætlanini aftur.

Stovnurin, sum tekur sær av verja søguliga ríkidømið í landinum, bar ótta fyri, at ætlanirnar vóru at gera seg inn á søguligu leivdirnar frá radarastøðini, sum bretska flogvápni hevði har undir øðrum heimsbardaga.

Men nú er HEC komin fram til, at fyrimunirnir við teimum nýggju ætlanunum viga upp fyri teimum avmarkaðu skaðunum, rakettstøðin fer at gera við søguligu leivdirnar frá RAF radarstøðini, skrivar netmiðilin Shetnews.

Stigtakarin til rakettstøðina SaxaVord, Frank Strang, fegnast um avgerðina.

- Hetland hevur ein risastóran møguleika fyri at gerast staðið, sum gongur á odda við at senda út smáar fylgisveinar í Evropa. Tað vildi verið spell um vit hesin møguleikin glapp Skotlandi og Bretlandi av hondum, situr hann við miðilin.

Ætlanin er at byggja eina rakettútskjótingarstøð og infrakervi, ið er neyðugt á nesinum, har Skaw-radarstøðin einaferð lá. Roknað verður við, at hetta virksemi fer at skapa nógv gagnligt virksemi fyri oynna Unst, sum seinastu tíðina hevur verið rakt av fólkaminging og fráflyting.

Amerikanska flogverksmiðjan Lockheed Martin, er við í ætlanunum í Hetlandi, og hevur bundið seg til at lata bretsku verjuni eina sokallaða Pathfinder loysn í ár. Og felagið hevur eisini bundið seg at fremja neyðugu útsendingarnar í rúmdirnar frá rakettstøðini á oynni Unst norðast í Hetlandi.

Føroyingar hava eisini áhugamál í rakettætlanunum í Hetlandi. Føroya Tele hevur verið við í verkætlanini. Ætlanin er at Føroyar skal brúkast til at taka niður dátur frá rakettunum, tá tær verða skotnar upp yvir Føroyar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder