placeholder
Innanlands

Mótmæla hvussu laksur verður dripin hjá Bakkafrosti

Skotskir umhvørvisfelagsskapir vísa fram ræðumyndir frá kryvjivirki hjá Bakkafrost

2021-02-20 15:55 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Okkurt bendir á, at alivinnan í Føroyum skal brynja seg til at skula standa ímóti eini herðferð ímóti alifiski á sama hátt, sum føroyska grindadrápið hevur upplivað seinastu nógvu árini.

Hesa vikuna hevur Bakkafrost og teirra skotska felag Scottish Salmon Company, SSC, skula svara fyri, hvussu tey drepa og blóðga fiskin, ið kemur upp á land á teirra kryvjivirki í Arnish nærhendis Stornoway á Hebridunum.

Ein felagsskapur, ið kallar seg Animal Equality UK hevur lagt út ein film á internetið, sum bretskir miðlar hava tikið upp, eitt nú blaðið á Hebridunum, Stornoway Gazette.

Her verða vístar myndir av, hvussu fiskurin verður handfarin, tá hann verður blóðgaður á virkinum í Arnish. Víst verður eitt nú, hvussu fiskarnir, ið tykjast verða á lívi, verða bukaðir í heysin við einum gassa. Og vit kunnu skjótt verða samd um, at fiskurin verður ikki tespiliga handfarin.

- Eg kann ikki afturvísa, at talan er um okkara virki, men tað er altso ikki soleiðis, at fiskurin verður handfarin á okkara virkjum, sigur Odd Eliasen, stjóri í Scottish Salmon Company.

Bæði hann og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, eru sannførdir um, at filmurin er framleiddur fyri at skaða virksemið hjá SSC.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder