2025-09-04 15:23

Italski mótasniðgevin, Giorgio Armani er deyður.
Tað boðar mótafyritøkan Armani, sum hann var við til at stovna, frá í dag sambært altjóða miðlum.
Giorgio Armani, sum stovnaði Armani í 1975, andaðist í dag, 91 ára gamal.
Hann hevði sambært Reuters verið illa fyri í eina tíð og kundi tí m.a. ikki luttaka, tá Armani hevði mótasýning undir mótavikuni fyri menn í Milano í juni, og tað var fyrstu ferð nakrantíð, at hann ikki hevur verið til staðar, tá Armani hevur havt mótasýning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald