Uttanlands

Morten Messerscmidt nýggjur formaður hjá Dansk Folkeparti

Hann vann fyri løtu síðani sannførandi við yvir 60 prosent av atkvøðunum

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2022-01-23 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag var formansval á skránni hjá Dansk Folkeparti, og fyri løtu síðani var greitt, at 41 ára gamli Morten Messerschmidt gjørdist stóri vinnarin.

Upp móti 1.000 limir í Dansk Folkeparti vóru møtt upp í jútska býnum Herning til formansvalið. Tey, ið bjóðaðu seg fram vóru, umframt Messerscmidt, Martin Henriksen og Merete Dea Larsen.

Sambært donskum miðlum vann Morten Messerschmidt sannførandi við yvir 60 prosent av atkvøðunum.

828 limir høvdu atkvøðurætt, og nývaldi formaðurin fekk 499 atkvøður, meðan Martin Henriksen fekk 219, og Merete Dea Larsen fekk 104.

Morten Messerscmidt hevur verið næstformaður hjá flokkinum síðan 2020. Hann er limur í Fólkatinginum og hevur áður sitið í ES-tinginum. Í býarrættinum varð hann dømdur fyri at hava svikað við ES-pengum, men av tí at landsrætturin metti dómaran í málinum vera ógegnigan, skal ein nýggj avgerð til.

Fyrrverandi formaðurin, Kristian Thulesen-Dahl, boðaði í fjør frá, at hann fór at leggja frá sær, eftir vánaliga úrslitinum hjá flokkinum á kommunuvalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder