Mentan

Monika Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen á Bátasavninum í Leirvík

23. november verður Bátasavnið karmur um konsert við Moniku Stauss Joensen, violin og Ólavur Jakobsen, gittar

2025-11-18 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 23. november klokkan 16 verður konsert á Báta- og listasavninum í Leirvík við Moniku Stauss Joensen, violin og Ólavur Jakobsen, gittar.

Monika hevur spælt til og skipað fyri mongum tiltøkum og konsertum í Leirvík, har hon er búsitandi. Saman við Ólavi hevur hon spælt konsertir í Sveis, Týskalandi og verið á sera væleydnaðum konsertferðum í USA.

Tónleikurin á skrá hesa ferð er í stóran mun eftir tónaskaldið Niccolò Paganini.

Paganini var ein framúr violinleikari, men hann var líka so einastandandi sum gittaristur. Hetta er lættur og virtuosur tónleikur úr einum tíðarskeiði í tónleikasøguni, har violinin og gittarin vóru høgt í metum. Tónleikurin er eyðkendur sum vælljómandi og í tí kenda bel canto forminum.

Annar tónleikur er eftir norska Ole Bull, sigoynaratónar eftir Vittorio Monti, fólksligur tónleikur úr Sveis, úr Føroyum, og sololag fyri gittara eftir kubanska tónaskaldið Leo Brouwer.

Eitt sindur øðrvísi enn vanligt, og tað er eisini eitt mál við konsertini. Bæði tónleikaliga, og vónandi er tað eisini meiri forvitnisligt hjá lurtarunum. Greitt verður frá um tónleikin, so upplivingin gerst betri og lættari.

Atgongumerki fáast til keyps við dyrnar. Konsertin er uttan steðg og eftir konsertina verður kaffi.

Konsertfelagið stuðlar konsertini.

Um tónlistafólkini
Monika Stauss Joensen er úr Sveis. Giftist føroyskum manni og búsettist í Leirvík. Hon lók útbúgving á konservatorium í Winterthur og London og hevur verið fastur fúsur í Føroya Symfoniorkestri øll árini. Hevur spælt ørgrynnu av konsertum víða um og hevur eisini virkað sum rithøvundur. Í hesum døgum kemur barnabók út hjá henni og Kristrfríð Tyril við heitinum “Bartal og Bjarni og vinir teirra”

Ólavur Jakobsen er ættaður úr Havn, av tí kendu tónleika- og listafólkaættini av Kamarinum. Sum ungur tók hann útbúgving á konservatorium í Keypmannahavn og í París. Hann hevur verið víða um sum solistur og tónleikari, og er javnan á konserferð uttanlands. Hann var ein av stigtakarunum til útbúgvingina Musikkmiðnám, ið hann eisini skipaði í langt áramál. Hann er fastur limur í bólkinum Aldubáruni, ið hann sum ungur var við til at stovna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder