Innanlands

Mona Juul fer at taka við sum forkvinna

56-ára gamli Mona Juul skal leiða Konservativa flokkin í Danmark víðari, eftir at Søren Pape Poulsen herfyri andaðist brádliga. Hon hevur havt høg størv í vinnilívinum og er nú í gongd við sítt annað skeið á fólkatingi

Mona Juul varð vald inn á Fólkating í 2019 og endurvald í 2022. Hon er forkvinna í tingbólkinum hjá teimum Konservativu (Mynd: EPA)

Mona Juul varð vald inn á Fólkating í 2019 og endurvald í 2022. Hon er forkvinna í tingbólkinum hjá teimum Konservativu (Mynd: EPA)

2024-03-13 13:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nú nærum endaliga greitt, hvør avloysarin hjá Søren Pape Poulsen, sála, sum forfólk í Konservativa flokkinum í Danmark verður. Tingfólkini og starvsnevndin hava tilnevnt Monu Juul, og tað skal bert ein formleiki til, so er hon forkvinna.

Mona Juul varð avdúkað sum nýtt forfólk í dag. Hon fór upp í politikk í 2018 og varð vald inn á Fólkating í 2019 og endurvald í 2022. Juul er forkvinna í tingbólkinum hjá Konservativu.

56-ára gamla kvinnan úr Aarhus er útbúgvin siviløkonomur. Undan politisku tíðini hevði Mona Juul ymiskar høgar leiklutir í stórum donskum fyritøkum - millum annað í Arla.

Konservativi flokkurin (C) fekk 10 tingfólk til valið í 2022. Søren Pape Poulsen var formaður í flokkinum frá august 2024 fram til deyða hansara 2. mars. Hetta var dagin eftir, at Søren Pape Poulsen fekk eina heilabløðing á floksfundi í Odense.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder