Í nógv ár hava føroysku peningastovnarnir lovað, at tænastan MobilePay eisini fer at virka í Føroyum. Talan er um eina tænastu – eina app – ið ger tað hópin lættari hjá fólki at flyta pengar ímillum sín, tí einans eitt telefonnummar nýtist at verða upplýst í sambandi við pengaflytingina.
Men óvanliga nógvar forðingar hava verið fyri at fáa hesa tænastu at virka í Føroyum. Seinast hevur Vinnumálaráðið upplýst, at seinasta forðingin nú verður fingin av vegnum í sambandi við onkra lógarbroyting, sum fær virkna á nýggjárinum.
Tá tænastan kemur at virka her heima verður ikki talan um at brúka navnið MobilePay. Tí í dag varð boðað frá, at tænastan framyvir fer at virka undir navninum Vipps.
Tey, ið hava tænastuna á síni telefon skulu ikki gera nakað. Tað er einans navnið, ið verður broytt. Í dag uppliva nógvir brúkarar, at nýtt búmerki – blátt smiley - sæst á appini – sjálv navnabroytingin fær virknað frá á nýggjárinum.
Vipps er norska navnið á eini líknandi tænastu, sum fyri nøkrum árum síðan var løgd saman við MobilePay, sum er av donskum uppruna.
Í løtuni ber til at brúka MobilePay/Vipps í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald