Innanlands

Missiónshúsið í Rituvík skal eftir ætlan vígast í januar

Sum nú er, verða møtini í Rituvík hildin í kjallaranum í nýggja missiónshúsinum. Arbeiðið við ovaru hæddini og annað rundanum gongur væl, men alt verður ikki liðugt til tíðina

2022-10-27 14:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnukvøldið klokkan 18 var sum vanligt møtið í Rituvík. Síðani desember í fjør hevur niðara hæddin í nýggja missiónshúsinum í bygdini verið karmur um sunnukvøldsmøti og onnur tiltøk.

Áðrenn formaðurin, Hjalmar Hansen, endaði møtið sunnukvøldið, kunnaði hann um gongdina við at gera húsið liðugt í erva.

- Hann nevndi millum annað, at arbeitt var við at leggja loftið uppundir gongina uppi á loftinum. Gólvið var komið og at arbeitt var við at spartla og mála veggirnar. Ventilatiónin var nærum liðug og trappan millum hæddirnar var keypt.

Hjalmar takkaði fyri gávurnar til húsið og nevndi eisini, at stýrið hevur góðar vónir um at fáa arbeiðið liðugt komandi mánaðirnar, so at húsið kann vígast 29. januar 2023. Alt verður ikki liðugt til vígsluna, men tey mest neyðugu tingini vera helst liðug

[object Object]

Soleiðis skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari. 

Ætlanin var, at hæddin skuldi vera liðug, og at húsið skuldi vígast einaferð í ár, men ymiskt er seinkað.

Um fíggjarætlanina skrivar trubodin.fo, at húsið hevur eina millión í láni, og ætlanin er ikki at hækka lánið. Nærum alt arbeiðið verður gjørt av sjálvbodnum, so har eru nógvir pengar at spara og so verður roynt á ymiskan hátt at savna pening inn. Síðsti basarurin gav 146.000 krónur.

Lyfta skal vera millum hæddirnar, men hon verður ikki keypt enn, og hon kostar umleið 200.000. krónur. Uttanfyri er eisini ávíst arbeiði eftir at gera.

[object Object]

Hanni og Elly Højgaard, sum eru 96 og 92 ára gomul vóru eisini á møtið. Tey gleðast yvir nýggja húsið og síggja eisini fram til, at ovara hæddin verður liðug.  



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder