Innanlands

Minsta landið í topp-fýra: Føroyar hava tikið plássið hjá Íslandi

Fjórðingsfinalusigurin í Póllandi í kvøld var ikki bert søguligur fyri føroyskan hondbólt. Hálvfinalan móti Portugal verður serstøk í hondbóltshøpi sum heild

Eitt lítið land - men ungu menninir eru mentir at fremja stór brøgd (Mynd: Sverri Egholm)

Eitt lítið land - men ungu menninir eru mentir at fremja stór brøgd (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-26 23:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sosnowiec, Pólland (Portalurin): - Føroysku brøgdini í HM-endaspælinum í Póllandi eru ikki farin afturvið borðinum, og eftir sigurin á Slovenia í kvøld kann staðfestast, at Føroyar eru søguligar í hondbóltshøpi sum heild.

Nú eru Føroyar minsta land í søguni, sum hava vunnið seg upp í topp-fýra í einum endaspæli í hondbólti. Hetta er galdandi fyri HM og EM hjá teimum ungu og vaksnu, umframt OL.

Tað hevur millum annað danski hondbóltsserfrøðingurin Rasmus Boysen staðfest.

Landið, sum hevði serstaka heiðurin áðrenn, var Ísland. Íslendingar vóru í OL-finaluni í 2008.

Tó hevur Ísland framvegis hetta sermerkta í vaksnamannahondbólti.

Føroyar hava aftur skrivað hondbóltssøgu - ævintýrið heldur fram.

Tað er klokkan 20 í morgin, føroyska tíð, at Føroyar og Portugal bresta saman í Sosnowiec - eitt finalupláss er uppá spæl.

[object Object]

Sí eisini: Føroyar skulu spæla HM-hálvfinalu

Sí eisini: Ísak Vedelsbøl: - Vit vilja meira

Her ber eisini til at síggja myndir frá føroyska fagnaðinum í høllini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder