Uttanlands

Minst 18 fólk deyð í franska hitanum

Hitabylgja herjar um nærum alt Evropa – møguleiki fyri 36 hitastigum í Danmark um vikuskiftið

Í Paris leypa fólk í Trocadero gosbrunnin nærhendis Eiffel torninum fyri at køla seg niður (Mynd: Julien De Rosa/AFP/Ritzau Scanpix)

Í Paris leypa fólk í Trocadero gosbrunnin nærhendis Eiffel torninum fyri at køla seg niður (Mynd: Julien De Rosa/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-23 08:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 18 fólk eru deyð í Fraklandi orsaka av hitabylgjuni, sum herjar yvir tað mesta av Evropa í hesum deyðu. Tvey av teimum deyðu vóru børn, ið sótu í einum bili, skrivar Reuters.

Í Bordeaux kom hitin upp á 41,9 stig, sum er meira enn metið higartil, ið varð sett í august í fjør.

Í Poitiers miðskeiðis í Fraklandi, kom hitin upp á 41,2 stig, og setti sostatt nýtt met. Gamla hitametið var frá 1947.

Børnini, sum doyðu – tvey og fýra ár – vórðu funnin í einum bili á einum parkeringsplássi í suðurfranska býnum Carpentras seinnapartin í gjár.

Í Onglandi er hitin nú so nógvur, at tokfelagið, Network Rail, mælir fólkum frá at koyra í toki. Hitin í sunnara parti av Onglandi og í Wales væntast at koma upp millum 37 og 40 stig.

Og í Danmark rokna tey við, at hitametini verða tikin hesa vikuna. Veðurvánirnar siga, at væntast kunnu 34 stig leygardagin, møguliga upp í 36. Tað er bert hent fýra ferðir fyrr, at hitin í juni hevur verið oman fyri 34 stig í Danmark, sambært hagtølunum hjá DMI. Seinast var í 2021. Annars er tað hent í 1947 (34,5), 1877 (34,5), 1917 (34,4) og í 1876 (34,2). Í 2021 kom hitin upp á 34,0 stig.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder