Innanlands

Minnisplátur avdúkaðar í Gásadali

Gásdalsfelagið tók stig til verkætlanina og vendi sær til Sørvágs kommunu við ynskinum um at fáa nøvnini á øllum sum liggja í gamla kirkjugarðinum sjónlig

2025-11-15 19:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 2. november vórðu nýggjar minnisplátur avdúkaðar í Gásdali.

Gásdalsfelagið tók stig til verkætlanina og vendi sær til Sørvágs kommunu við ynskinum um at fáa nøvnini á øllum sum liggja í gamla kirkjugarðinum sjónlig.

Kristina Olsen og Anna Guttesen hava savnað nøvnini, og Sørvágs Kommuna hevur stuðlað við sjálvum plátunum.

[object Object]

Til sjálva løtuna søgdu Inga Dam, prestur, og Marjun í Kálvalíð, prestur, nøkur hugleiðandi orð. Tórfríð Tavsen framførdi sangin “Kvinnan í svørtum”, áðrenn Karl Mikkelsen avdúkaði pláturnar.

Aftaná hátíðarligu løtuna bjóðaði Sørvágs kommuna til kaffi og lagkøku í Gásadalsgarði.

Fitt av fólki var møtt, og løtan gjørdist bæði hátíðarlig og minnilig fyri bygdarfólk og gestir.

Sørvágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder