Innanlands

Minnir á avmarkingar í siglingarferð kring Ramsar-oyggjar

Í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn átta fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og kring partar av Nólsoy, minnir Umhvørvisstovan á

Mykineshólmur (Mynd: Pól Sundskarð)

Mykineshólmur (Mynd: Pól Sundskarð)

2023-04-17 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umhvørvisstovan minnir nú skipa- og bátaeigarar á at yvirhalda kunngerðina um avmarkingar í siglingarferðini kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm.

Í kunngerðini, sum kom í gildi í november 2017, er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn átta fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og kring partar av Nólsoy.

– Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskootarum, er eisini bannaður í nevnda tíðarskeiði. Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið, skrivar Umhvørvisstovan.

– Bannið fevnir um øll skip og allar bátar. Skip í fastari rutusigling eru undantikin, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum. Bannið er heldur ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder