Innanlands

Minni innflutningur og útflutningur fyrstu fimm mánaðirnar

Innflutningurin í nýtslubólkinum skip og flogfør minkaði ógvusligt

2018-07-13 10:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggjastu hagtølini frá Hagstovu Føroyar um inn- og útflutning eru nú tøk.

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár minkaði innflutningurin við 5% í mun til sama tíðarskeið í fjør. Uttan skip og flogfør var tó ein vøkstur á 5%.

Í sama tíðarskeiði minkaði útflutningurin við 12% í virði. Í nøgd minkaði útflutningurin av fiskavørum við 6%.

Dagførd og útgreinað hagtøl um útflutningin og innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni her.

 

placeholder
placeholder