Innanlands

"Mín Lækni" riggar avbera væl

Fleiri kommunur eru farnir til brúka “Mín Lækni” til bílegging av læknaviðtalu

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2018-12-14 07:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Skipanin “Mín Lækni” tekur fram kring landið. Fleiri kommunur eru farnar at nýta nýggju skipanina, sum skal gera tað lættari hjá fólki at bíleggja sær viðtalu hjá kommunulæknanum.

Eitt nú skrivar Eysturkommuna, at við nýggju skipanini er ein ikki avmarkaður at ringja í viðtalutíðini, men kann bíleggja tíð og endurnýggja resept til heilivág á netinum, tá tað best liggur fyri hjá borgaranum.

Sørvágs kommuna og Vága kommuna skriva á heimasíðunum, at har hevur skipanin verið í gildi í nakrar mánaðir, og at ynskiligt er, at fólk taka tænastuna til sín. Eysturkommuna sigur, at skipanin riggar væl, og at fleiri og fleiri brúka nýggju skipanina. Tó ber eisini til at ringja til læknaviðtaluna sum vant.

Tað er Elektron, sum hevur ment skipanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder