Uttanlands

Millum 40 og 50 innibyrgd í rapaðum bygningi í Mumbai

Ein bygningur er fyrrapartin rapaður í indiska milliónabýnum, og bjargingararbeiði er í gongd

2019-07-16 10:31 Author image
Agnar Prestá

Tíðliga fyrrpartin, okkara tíð, rapaði ein bygningur við fýra hæddum í indiska stórbýnum Mumbai. Løgreglan boðar frá, at millum 40 og 50 fólk vórðu fangaði í  múrsteinsbrotunum, og at brannmenn og bjargingarmenn nú leita eftir fólkum á lívi.

Endaliga orsøkin til rapingina er ikki staðfest, men Ritzau skrivar, at regntíðin í India hevur flutt seg inn yvir landið, og at í slíkum førum hendir tað meira javnan, bygningar falla saman. Sunnudagin doyðu 14 fólk -  harav nakrir hermenn - tá ein bygningur rapaði í Solan í norðara parti av landinum. Hetta hendi orsakað av ógvusligum regni. 

placeholder
placeholder