Innanlands

Milliónavinning av at leiga asfaltverk til Landsverk

Eigararnir av Pf. Asfaltverkinum hava fingið 14 milliónir í vinningsbýti seinastu trý árini

Asfaltverkið á Sundi (Mynd: Google)

Asfaltverkið á Sundi (Mynd: Google)

2019-02-08 14:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er var ein góð forrætning fyri eigararnar av asfaltverkinum á Sundi, tá teir í 2016 gjørdu avtalu um at langtíðarleiga verkið til almenna stovnin Landsverk.

Leiguavtalan varð undirskrivað á heysti 2016, og longu í roknskapinum sama ár kundu eigararnir heinta 10,5 milliónir krónur í vinningsbýti.

Í 2017 og 2018 hava eigararnir fingið ávikavist 1,8 og 2,0 milliónir afturat í reinum vinningi av partafelagnum, sum fór frá at vera eitt felag sum framleiddi asfalt til at vera eitt felag uttan starvsfólkaútreiðslur, hvørs einasta endamál er at eiga virkistól og leiga tey víðari til tað almenna.

Ivasom avtala
Bæði landsgrannskoðanin, løgtingsgrannskoðararnir og eisini løgtingið hava sett spurnartekn fyri, um rætt varð farið fram, tá Landsverk gjørdi avtalu um at leiga asfaltverkið frá privata felagnum um at leiga verkið í fimm ár við møguleika fyri einum ári afturat fyri góðar 27 milliónir krónur tilsamans.

Aftur fyri hevur Landsverk møguleika at yvirtaka verkið í 2022 sera bíliga fyri 100.000 krónur.

Les eisini: Samferðslumálaráðið fingið ein nýggjan trupulleika frá Landsverki 

Longu í 2016 rindaði Landsverk góðar 7 milliónir krónur til Pf. Asfaltverkið, sum sostatt kom úr árinum við yvir 8 milliónum krónum í vinningi. Aðalfundurin árið eftir samtykti, at taka 10,5 milliónir úr felagnum og rinda eigarunum sum vinningsbýti.

Í 2017 var einasti aktivitetur tær góðar 3 milliónirnar í leigu frá Landsverki, og eftir avskrivingar var møguligt at rinda 1,8 milliónir í vinningsbýti, og í fjør var myndin hin sama, tó við 2,0 milliónum til eigararnar.

Fleiri eigarar
Edvard Højgaard Mikkelsen í Søldarfirði er stjóri í Pf. Asfaltverkið. Edvard Højgaard Mikkelsen er eisini stjóri í felagnum E.M. Asfalt, sum er tað felagið, ið tekur sær av asfaltálegging nú.

Nevndin í Asfaltverkinum er mannað av Árna Tór Rasmussen, Hoyvík, sum formanni, Rúna við Streym av Toftum og Sigmundi Petur Hansen í Funningsfirði. Teir eru allir millum eigararnar, antin sum privatpersónar ella umvegis feløg. Aðrir eigarar í Asfaltverkinum eru Elnar Rasmussen í Søldarfirði og Uni Mikkelsen á Toftum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder