Mentan

Milestones – nýtt videolag frá Dan Olsen

Talan er um eina persónliga verkætlan, ið lýsir ferðina sum tónleikari, frá tí at hann sum smádrongur lærdi gittarspæl hjá Ólavi Jakobsen, til hann flutti til London uttan at kenna nakran, og síðan at spæla hundraðtals konsertir í Bretlandi og kring heimin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-12-10 19:25 Author image
Innsent
placeholder

Í dag er komið út nýtt videolag við tí í Onglandi búsitandi syngjandi og guittarspælandi føroyinginum, Dan Olsen.

“Milestones” eitur sangurin. Dan Olsen greiðir frá, at talan er um eina persónliga verkætlan, ið lýsir ferð hansara sum tónleikari, frá tí at hann sum smádrongur lærdi klassiskt gittarspæl hjá Ólavi Jakobsen í Tórshavnar Musikkskúla á Frúutrøð, til hann flutti til London uttan at kenna nakran, og síðan at spæla hundraðtals konsertir í Bretlandi og kring heimin.

- Videolagið vísir ikki bara tónleikin, men eisini stríðið og veruleikan aftan fyri at byggja eina yrkisleið uttanlands, samstundis sum man ongantíð gloymir, hvar man kemur frá, greiðir Dan Olsen frá.

Um videolagið og sangin

"Milestones" er ein sangur um áhaldni, og um at venda óttanum fyri tí ókenda til ítøkilig úrslit ("milestones"). Teksturin snýr seg um veruleikan á "tí longu ferðini", um at finna meining í atvillast, og um drivkraftina til at røkka sínum málum. Lagið er skrivað, framleitt, miksað og mastrað av Dan Olsen eins og øll hini løgini í ár og flestu løgini seinastu árini.

Videolagið er ein livandi dagbók yvir yrkisleiðina higartil. Við einum nostalgiskum, "mixed-media" stíli, blandar videolagið nýggjar upptøkur við ráar, áður ósæddar arkiv-upptøkur, sum fanga bæði hæddarpunktini og løturnar aftan fyri pallin.

Hæddarpunkt í videolagnum:

  • Byrjanin: Sjáldsamar heimaupptøkur av einum ungum Dan, ið lærir klassiskt gittarspæl hjá Ólavi Jakobsen
  • Váðin: Flytingin til London, har hann kom einsamallur uttan netverk, og til síðan at byggja alt upp frá grundini.
  • Ferðin: Ein samanseting av lívinum á vegnum, frá at sova í tour-bussum og skriva sangir í studionum, til løtur á pallinum frammanfyri áskoðarum runt í heiminum.
  • Boðskapurin: Videolagið setur barnadreymin upp ímóti orkufulla veruleikanum, sum konserferðandi tónleikari, og vísir, at tær mongu ferðirnar ("miles") at enda gerast til týðandi varðar ("milestones").

- Vit vildu vísa tann ópoleraða partin av hesum lívinum. Tað er lætt at vísa tey flottu ljósini á pallinum, men vit vildu heiðra tann drongin, sum vandi í tímatal á kamarinum, og tann fremmanda, eg gjørdist, tá eg flutti til eitt nýtt land. Hetta videolagið er ein tøkk til øll, sum hava verið ein partur av hesi ferðini, sigur Dan Olsen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder