Innanlands

Mikkjal einabúgvi farin 90 ára gamal

Viðingurin búði einsamallur á grønlendsku oynni Kingitoq í 57 ár. Seinastu árini búði hann á ellisheimi

(Mynd: Tórður Mikkelsen / KvF)

(Mynd: Tórður Mikkelsen / KvF)

2026-02-03 22:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikkjal Loðmund Sørensen er deyður, 90 ára gamal. Tað skrivar Tórður Mikkelsen á Facebook síðuni hjá "Við Tórði á Túri" í kvøld.

Viðingurin Mikkjal Loðmund Sørensen, sum bleiv kendur í Føroyum aftaná at Við Tórði á Tóri hjá Kringvarpinum í 2021 var og vitjaði hann á oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi, har hann búleikaðist einsamallur í 57 ár.

Hesi seinastu árini búði Mikkjal á ellisheimi í Qaqortoq. Leygardagin fekk hann ein blóðpropp og varð lagdur inn á sjúkrahúsið og vaknaði ikki aftur, skrivar Tórður.

- Eg var úti í oynni og vitjaði Mikkjal í 2021, og í oktober árið eftir brann heimið hjá honum í grund. Og sjálvt um Mikkjal ætlaði at innrætta seg í seyðhúsinum við síðuna av, endaði tað við at hann kom inn í býin, Qaqortoq, og har hevur hann sum sagt búð á ellisheiminum seinastu árini, skrivar Tórður Mikkelsen.

- Fyri meg hevur vitjanin hjá Mikkjali úti í oynni verið ein tann minniligasta uppliving í mínum yrki. Tað var áhugavert at hitta hendan einabúgvan av Viðareiði, sum hevði varðveitt tað málið viðingar tosaðu tá hann fór heimanífrá í 1963. Burtur úr hesari vitjan komu tvær útvarpssendingar, skrivar kendi útvarpsmaðurin.

Mikkjal Loðmund Sørensen fór til Grønlands í 1963 og hevur ongantíð verið aftur.

Sendingin við Mikkjali Sørensen hoyrist her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder