Uttanlands

Miðlar: Ísrael lopið á Rafah

Bæði Ísrael og Hamas leggja hvønn annan undir at hava brotið avtaluna um vápnahvíld

Leitað verður eftir gíslum í Khan Younis (Mynd: EPA)

Leitað verður eftir gíslum í Khan Younis (Mynd: EPA)

2025-10-19 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan avtalan um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas kom í gildi fríggjadagin í farnu viku, hava báðir partar lagt hvønn annan undir at hava brotið vápnahvíldina. Ísraelskir miðlar skriva nú, at Ísrael hevur framt loftálop á Rafah í sunnara parti av Gaza.

Sambært miðlunum kom álopið, eftir at vápnaðir persónar lupu á ísraelsk herfólk. Miðlarnir endurgeva tó ongar ítøkiligar keldur.

Í gjár varð m.a. boðað frá, at í minsta lagi níggju fólk høvdu latið lív, eftir at ísraelsk herfólk høvdu skotið móti einum bussi.

Í nátt boðaði amerikanska uttanríkismálaráðið frá, at Hamas legði ætlanir um eitt álop á sivilfólk í Gaza. Hesum hevur Hamas víst aftur.

Sambært avtaluni millum Ísrael og Hamas skal Hamas lata ísraelum allar gíslarnar, sum eru eftir í Gazageiranum. Teir 20, sum enn vóru á lívi, eru leyslatnir, men ikki øll líkini av deyðu gíslunum eru latin Ísrael.

Ísrael hevur funnist at Hamas fyri ikki at geva teimum allar gíslarnar, men Hamas sigur seg ongan áhuga í at varðveita líkini av deyðum gíslum, men at tað er torført at finna øll líkini millum húsaleivdirnar í Gaza.

Seint í gjárkvøldið varð boðað frá, at Ísrael hevði fingið tvey lík afturat, og sambært Reuters hevur Ísrael nú fingið líkini av 12 deyðum gíslum, og sostatt eru 16 deyðir gíslar eftir í Gaza.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder