Uttanlands

Miðil: USA forðað ukrainum í at brúka langtberandi vápn móti Russlandi

Ukrainar fingu annars loyvi frá Joe Biden at brúka langtberandi amerikanskar rakettir, men verjumálaráðið hjá Donald Trump hevur sambært Wall Street Journal sett í gildi nýggjar góðkenningarmannagongdir

Amerikanski forsetin, Donald Trump roynir í hesum døgum at seta ferð á friðarsamráðingar millum Ukraina og Russland. Her sæst hann saman við russiska forsetanum, Vladimir Putin, sum vitjaði í amerikanska statinum Alaska fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump roynir í hesum døgum at seta ferð á friðarsamráðingar millum Ukraina og Russland. Her sæst hann saman við russiska forsetanum, Vladimir Putin, sum vitjaði í amerikanska statinum Alaska fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: EPA)

2025-08-24 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fleiri mánaðir hevur USA forðað ukrainum í at brúka langtberandi rakettir at raka mál inni í Russlandi, skrivar amerikanska blaðið Wall Street Journal við ónevndum embætisfólkum sum keldu.

Sambært tíðindastovuni Ritzau eru hesar upplýsingar tó ikki váttaðar av øðrum keldum.

Ukraina hevur ynskt at brúka amerikanskt framleiddar rakettir av slagnum ATACMS (Army Tactical Missile Systems) at raka mál á russiskari jørð, men ukrainar hava fingið noktandi svar úr USA.

Amerikanska verjumálaráðið hevur sett í gildi serliga góðkenningarmannagongdir á høgum støði fyri nýtslu av ATACMS, og tað eru hesar mannagongdir, sum síðan seint í vár hava forðað ukrainum í at brúkar rakettirnar í Russlandi.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Joe Biden gav annars ukrainum loyvi at brúka langtberandi vápn inni í Russlandi, men við nýggju mannagongdunum hjá amerikanska verjumálaráðnum er loyvið í roynd og veru tikið aftur.

Núverandi amerikanski forsetin, Donald Trump roynir í hesum døgum at fáa gongd á samráðingarnar um eina friðaravtalu millum Russland og Ukraina. Herfyri vitjaðu fyrst russiski forsetin, Vladimir Putin og síðani ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj - saman við fleiri øðrum evropeiskum leiðarum - í USA, og arbeitt verður við at fáa í lag ein toppfund millum Putin og Zelenskyj.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder