Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, at Pam Bondi er loyst úr starvi sum løgmálaráðharri, og fleiri ónevndar keldur siga við amerikanska miðilin The Atlantic, at fleiri fólk í umsitingini hjá Trump kunnu vera á veg út.
Keldurnar siga, at tosað m.a. verður um at koyra Kash Patel, FBI-stjóran úr starvi umframt ráðharran fyri amerikanska herin, Daniel Driscoll og Lori Chavez-DeRemer, ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum.
Trump hevur tó ikki tikið nakra endaliga avgerð, skrivar Ritzau.
Seinasta mánaðin eru tveir ráðharrar hjá Trump loystir úr starvi. Umframt Pam Bondi varð ráðharrin fyri innlendistrygd, Kristi Noem koyrd fyrst í mars.
Les eisini: Trump koyrt løgmálaráðharran úr starvi
Les eisini: USA: Kristi Noem fer frá sum ráðharri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald