Uttanlands

Miðil: Facebook hevur ætlanir um navnabroyting

Hetta er ein liður í ætlanini hjá Facebook um at broyta samleika, sum verður avdúkað í komandi viku, skrivar tøknimiðilin The Verge

Facebook-appin fer m.a. at vera undir einum móðirfelagi við einum nýggjum navni (Savnsmynd)

Facebook-appin fer m.a. at vera undir einum móðirfelagi við einum nýggjum navni (Savnsmynd)

2021-10-20 09:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært tøknimiðlinum The Verge ætlar Facebook at broyta samleika. Hetta verður gjørt við eini navnabroyting, sum forstjórin, Mark Zuckerberg fer at avdúka á einari ráðstevnu 28. oktober. Men møguliga verður tað áðrenn.

Facebook-appin fer at verða eitt av mongum vørum undir einum móðirfelagi við einum øðrum navni.

Nýggja navnið skal endurspegla stóru ætlanirnar hjá Facebook um at byggja eitt sonevnt metaverse – eina onlineverð, har fólk eru til staðar sum talgildar útgávur av sær sjálvum. Hetta er eisini eitt tekin um, at Facebook skal vera kent sum annað enn bara ein sosialur miðil.

Tað er ikki óvanligt, at amerikanskar tøknifyritøkur broyta navn, tá tey ynskja at kanna nýggjar møguleikar, skrivar Ritzau. Í 2015 setti Google m.a. móðirfelagið Alphabet á stovn fyri at víðka virksemið til at fevna um bæði leitara og lýsingavirksemi. Í dag hevur Alphabet fingið nógv meira virksemi undir seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder