Innanlands

Miðflokkurin til val við trimum monnum

Ætla sær eitt nú tala søk Ísraels á fólkatingi og boða tað øvugta av, hvat Amnesty og líknandi felagsskapir boða

Tríggir miðflokksmenn bjóða seg fram til fólkatingið(Mynd: Sverri Egholm)

Tríggir miðflokksmenn bjóða seg fram til fólkatingið(Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-21 17:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sum seinasti av flokkunum, ið stilla upp til fólkatingsvalið, hevði Miðflokkurin í dag – dagin eftir at listarnir skuldu vera fólkatingsvalnevndini í hendi – tíðindafund, har valskrá Miðfloksins varð løgd fram.

Orsøkin til at Miðflokkurin er so seinur í mun til hinar flokkarnar kann vera, at teir (!) hava brúkt tíðina til at finna onkra kvinnu at koma á listan. Men tað eydnaðist ikki.

Sum einasti flokkurin, kunngjørdi Miðflokkurin í dag ein lista, bert við monnum. Trimum tilsamans – teimum trimum, sum umboða flokkin á løgtingi og í landsstýri, nevniliga Stefan Klein Poulsen, Bill Justinussen og Jenis av Rana.

- Vit tóku beinanvegin avgerð í floksleiðsluni um, at vit tríggir skuldu stilla upp til fólkatingsval, men vit ynsktu eisini at fáa kvinnur við á listan. Men eftir fleiri áheitanir er tað ikki eydnast okkum, staðfesti Jenis av Rana, floksformaður á tíðindafundinum.

Sum mann og kvinnu skapti Gud menniskjað

Á fundinum, sum varð hildin í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum, legði floksformaðurin fram valskránna fyri fólkatingsvalið. Ein skrá við seks punktum, har tað fyrsta punktið, líkasum ikki er eitt politiskt lyfti, men meira ein staðfesting, nevniliga, at “við Miðflokkinum veit veljarin, hvønn politikk hann fær”.

Tá tað kom til hini fimm punkti, so brúkti floksformaðurin drúgva tíð til at argumentera fyri tí parti, sum snýr seg um, at flokkurin ætlar sær á fólkating at “boða og verja, at sum mann og kvinnu skapti Gud menniskjað”.

Hetta snýr seg um at berjast fyri hjartamálunum hjá flokkinum og stríðast móti tí, sum helst kann fatast sum “glíðibreytin”, sum flokkurin ávaraði ímóti fyri nógvum árum síðani eftirhondini.

Og hetta snýr seg, sambært valskránni, um støðuna hjá børnum og ungum, sum líða av sálartrupulleikum, skúlaaftran og strongd. Jenis av Rana vísti á, at orsøkin til hetta ikki er – eins og nøkur siga – pisakanningar ella landsroyndir.

“Vit í Miðflokkinum undrast ikki at børn og ung eru í villareiði – hava trupulleikar, gerast strongd! T.d. børn frá hjúnaskilnaði, skulu velja millum mammu ella pápa, og nú fáa tey enntá at vita, at fleiri kyn eru, og at tey sjálvi kunnu avgera sítt”, skrivar flokkurin í valskránni.

[object Object]

Vil verja kristnu virðini

Flokkurin upplýsir eisini beinleiðis, hvat veljarin skal rokna við av miðflokkinum á fólkatingi.

Er snýr tað seg í fyrstu atløgu um at verja tey kristnu virðini og kristna menniskjasýnið, verja óføddu børnini og teirra foreldur, tala søk Ísraels og boða tað øvugta av hvat “Amnesty og líknandi felagsskapir boða”.

Harafturat ætla miðflokkamenn at “taka tað góða, ið eyðkennir føroyska samfelagið inn á fólkating”.

Fyrireika yvirtøku av uttanríkis- og trygdarmálum

Umframt tey sokallaðu kristnu og etisku virðini, so leggur Miðflokkurin eisini dent á uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkin, nú flokkurin eisini eigur landsstýrismannin við ábyrgdini av hesum málum, sum enntá eisini sjálvur stillar upp.

Og her snýr tað seg um at fyrireika okkum til at taka ræði á hesum málum, tí Miðflokkurin er sannførdur um, at eisini hetta málsøkið fyrr ella seinni verður yvirtikið.

Ein partur av hesi fyrireiking kann vera at fáa í lag gransking innan hetta økið.

Sum Bill Justinussen vísir á:

- Tað er ongin, ið greinar føroysku støðuna í geopolitiskum høpi við føroyskum eygum. Skulu vit hava nakað at koma við í einum trygdar- og verjupolitiskum samstarvi í framtíðini, so mugu vit eisini fáa okkum vitaj til vega. Upplýsingar kunnu fáast umvegis fólkatingið, men vit skulu eisini hava gransking á økinum heima í Føroyum.

[object Object]

Dupulta umboðan

Tvey tey seinastu lyftini ella málini, sum Miðflokkurin hevur sett sær fyri við fólkatingsumboðan er, at gera upp við  “ódemokratisku peningaligu stuðulsskipanin”, sum verður brúkt til at veita flokkunum stuðul til at føra valstríð við. Her sipa teir til krónuupphæddina sum verður givin flokkum og listum, sum fáa yvir túsund atkvøður á fólkatingsvalinum.

Henda skipan hevur givið teimum fýra stóru føroysku flokkunum frá góðum 600.000 krónur og upp móti eini millión hesi seinastu fýra árini, vísir uppgerðin hjá Miðflokkinum.

Og loksins vil Miðflokkurin tryggja, at tað er betri samband millum tann, ið verður betri samband millum fólkatingssessin og heimliga politiska landslagið.

Jenis av Rana undrast seg yvir, at føroysku fólkatingslimirnir stórt sæð ikki eru at síggja í parlamentariska arbeiðinum í Føroyum.

Bill Justinusen hevur eitt greitt lyfti um at vera meira til staðar, um hann verður valdur. Hann ætlar sær nevniliga í so fall ikki at siga løgtingssessin frá sær, men ætlar at røkja báðar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder