Uttanlands

Miðbankin lýðir ikki boðum frá Trump

Rentan verður óbroytt komandi tíðina, hóast forsetin hevur biðið um at hon verður lækkað

Trump og Powell skoðaðu umbyggingina av Fed herfyri - tá dittaði bankastjórin sær at rætta upp á uppáhaldini hjá forsetanum um kostnaðin

Trump og Powell skoðaðu umbyggingina av Fed herfyri - tá dittaði bankastjórin sær at rætta upp á uppáhaldini hjá forsetanum um kostnaðin

2025-07-31 11:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski miðbankin, Federal Reserve, Fed, tók í gjár avgerð um at halda stýrandi rentinum á verandi støði, 4,25-4,50 prosent.

Sjálv avgerðin var væntað. Tað óvanliga er tó, at tveir limir í leiðsluni hjá miðbankanum atkvøddu ímóti. Hetta er fyrstu ferð síðan 1993, at heili tveir limir hava atkvøtt ímóti eini avgerð hjá leiðsluni viðvíkjandi rentuni, skrivar finska kringvarpið, Yle við Reuters sum keldu.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur annars kravt, at Fed lækkar stýrandi rentuna, og hann hevur eisini hótt við at geva stjóranum í bankanum, Jerome Powell, sekkin.

Herfyri uppstóð ein ósemja teirra millum fyri rullandi myndatólum, tá Powell rættaði eina útsøgn frá Trump um kostnaðin av umbyggingini av høvuðssætinum hjá miðbankanum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder