2019-04-02 13:33
            
        
         
                
            Hósdagin skipa MFS og Ráð Teirra Lesandi fyri ráðstevnuni “Kom og Fanga Okkum” har føroysk lesandi hava møguleika at hitta umboð frá føroyska arbeiðsmakrnaðinum. Ráðstevnan verður hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.
Ráðstevnan er fyrsta av sínum slag í Føroyum, og leggur serligan dent á at seta lesandi í samband við arbeiðsmarkanaðin meðan tey enn eru lesandi. Hetta kann vera eitt nú gjøgnum lestrarstørv, starvslesnað ella verkætlanir.
Hesar fyritøkur og stovnar luttaka millum annað:
Almannaverkið
 Articon
 Betri
 Elektron
 Fjarnám
 Formula
 Hagstovan
 Klintra
 Landsfyrisitingin
 Landssjúkrahúsið
 Posta
 Setrið
 SEV
 Tórshavnar Kommuna
Meira kann lesast á facebook eventinum.
- MFS og Ráð Teirra Lesandi
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald