
Ársúrslitið hjá Kreton Sp/f í 2022 gjørdist eitt yvirskot upp á 5,1 mió.kr., sum er besta úrslit higartil hjá fyritøkuni, sum hevur heimstað í Norðagøtu.
Kreton-navnið sæst serliga á teimum vøkru og vælhildnu reyðu lastbilunum, sum síggjast arbeiða kring alt landið.
Tað er asvaltering, flutningur og entreprenør arbeiði, sum í dag er høvuðsvirksemið hjá fyritøkuni Kreton, sum brøðurnir Eyðun og Ove Magnussen eiga. Fyritøkan hevði 20 ára dag í november í fjør, so talan er um eina fyritøku við nógvum árs royndum og førleikum innan asvaltering, flutning og entreprenørarbeiði. Fyritøkan hevur í dag yvir 30 lastbilar og maskinur og hevur umleið 20 fólk í starvi.
Góður rakstur í 2022
Roknskapurin hjá Kreton Sp/f vísur, at bruttovinningurin er nógv vaksin síðstu sjey árini. Úr 11 mió.kr. í 2016 til 20,5 mió.kr. í 2022. Samlaða sølan er ikki upplýst, men metast má, at tað er nógv økta sølan sum ger at bruttovinningurin er vaksin síðstu árini.
Í 2022 er bruttovinningurin 20,5 mió.kr., sum er nærum óbroyttur í mun til 2021, tá bruttovinnignurin var 20,6 mió.kr.
Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 9,2 mió.kr. í 2022, sum eru 1,7 mió.kr. lægri enn í 2021.
Úrslit áðrenn avskrivingar, Ebitda, vaks úr 9,6 mió.kr. í 2021 til 11,2 mió.kr. í 2022. Vøksturin er 1,6 mió.kr., ella 16% í mun til árið fyri. Hetta vísir, at rakstrarlønsemi er betrað í 2022.
Felagið hevði í 2022 avskrivingar av materiellari støðisogn upp á 4,6 mió.kr.
Úrslit eftir skatt í 2022 gjørdist tí eitt avlop upp á 5,1 mió.kr., sammett við 3,9 mió.kr. í 2021. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 1,1 mió.kr. ella 29 prosent. Talan er tískil um eitt gott úrslit í 2022.
Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá Kreton Sp/f var við ársenda 2022 íalt 37,4 mió.kr.
Støðisognin var 25,1 mió.kr. og ogn í umferð var 12,3 mió.kr.
Eginpeningurin hjá Kreton var í 2022 16,7 mió.kr. Trygdarevni er tískil 4 prosent, sum verður mett at vera gott.
Langfreistaða skuldin í 2022 var 9,7 mió.kr., sum er 4 mió.kr. minni enn í 2021.
Stuttfreistaða skuldin var 9,2 mió.kr. í 2022 í mun til 8,4 mió.kr. í 2021.
Gjaldførið hjá Kreton var rímiliga gott við ársenda 2022 , tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 134 prosent samanborið við 116 prosent í 2021. Tøki peningurin í 2022 var 4,7 mió.kr.
Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2022 sett 2 mió.kr. av sum vinningsbýti til eigararnar.
Stjóri í Kreton Sp/f er Eyðun Magnussen. Nevndarformaður er Suni E. Justinussen.
---
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
---
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald