2026-09-12 14:35
Um undirtøka er fyri tí í danska javnaðarflokkinum, og um hon fær undirtøku frá veljarunum, er Mette Frederiksen til reiðar at taka enn eitt valskeið sum stjórnarleiðari.
Tað segði hon í formansrøðu síni á ársfundinum hjá flokkinum í Aalborg í dag.
– Um tit eru við uppá tað - so verði eg verandi, segði hon.
Hvat hendir, um flokkurin ikki fær neyðugu undirtøkuna frá veljarunum, segði Mette Frederiksen einki um.
Mette Frederiksen hevur verið forsætisráðharri í Danmark síðan 2019, og er hon sostatt í holt við triðja valskeið sum stjórnarleiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald