2024-06-07 22:25
            
        
        
                
            Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen var í kvøld sligin av einum manni á Kultorvet í Keypmannahavn.
Hetta upplýsir forsætismálaráðið fyri Ritzau tíðindastovuni.
Maðurin er handtikin, skrivar tv2.dk.
Forsætisráðharrin er skelkað av hendingini, ljóðar í skrivligum boðum. Forsætismálaráðið hevur ikki fleiri viðmerkingar.
Tað var í sambandi við ES-valið sunudagin, at Mette Frederiksen var á Kultorvet.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald