Uttanlands

Mette Frederiksen: Samráðingarnar kunnu taka sína tíð

Mette Frederiksen væntar ikki, at ein semja er funnin, áðrenn nýggja fólkatingið verður savnað í næstu viku

Mette Frederiksen (Savnsmynd)

Mette Frederiksen (Savnsmynd)

2019-06-15 20:43 Author image
Alda Nielsdóttir

Ein vika er nú farin, síðan samráðingarnar byrjaðu um eina nýggja stjórn við Mette Frederiksen á odda.

Forkvinnan hjá sosialdemokratunum sær tó ikki út til at hava nógvan skund, hóast nýggja fólkatingið skal savnaðast fyri fyrstu ferð fríggjadagin í næstu viku, har limirnir skulu skriva undir uppá, at tey fara at yvirhalda grundlógina.

Sambært Politiken roknar Mette Frederiksen ikki við, at nýggj stjórn er skipað áðrenn tað.

- Tað rokni eg ikki við, og tað havi eg heldur ikki ætlað. Vit seta ta tíð av, sum skal til, og so mugu vit síggja, hvussu gongur, sigur hon.

Hon vil tó einki meira siga um samráðingarnar við Socialistisk Folkeparti, Enhedslisten og De Radikale.

- Vit eru vorðin meira ítøkilig, men tú fært ongan at siga, hvat hendir í samráðingarsalinum. Dagurin í dag hevur snúð seg um tey stóru politisku málini.

- Har eru so nógvir danir, sum ikki bara hava atkvøtt fyri nýggjari stjórn men fyri eina nýggja kós, serliga á vælferðar- og veðurlagsøkinum. Tað haldi eg, vit skulu geva teimum, og tað er endamálið við samráðingunum, sigur Mette Frederiksen í kvøld.

placeholder
placeholder