Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharri og forkvinna hjá Sosialdemokratunum hevur verið inni hjá Fríðrikki kongi og er aftur vorðin samráðingarleiðari.
Hetta er ikki óvæntað, eftir at meirilutin fyrr í dag peikaði á hana, eftir at Troels Lund Poulsen mátti boða kong frá, at hann ikki megnaði at skipa stjórn.
Mette Frederiksen boðar frá, sambært donskum miðlum, at hon hevur kallað inn til samráðingar á Marienborg í morgin, og at samráðingarnar halda fram alla hvítusunnuna.
Nýútnevndi samráðingarleiðarin vil arbeiða fyri at skipa stjórn við Sosialistiska Fólkaflokkinum, Radikala Vinstraflokkinum, og Moderatunum.
Í dag eru 59 dagar síðan fólkatingsvalið. Ongantíð áður hevur tað tikið so langa tíð at skipa stjórn í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald