Innanlands

Mette Frederiksen: Frank Jensen hevur tikið røttu avgerðina

- Søgan um Frank Jensen, sum hevur verið ein dugnaligur politikkari, hvørki kann ella skal stegða her, og vit skulu minnast alla, skrivar forsætisráðharrin og floksfelagin á Facebook

2020-10-19 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni snýr tað mesta í donskum politikki seg um atburðin hjá mannligum politikkarum í fortíðini. Seinastu mánaðirnar hevur nógv fokus verið á, at tað er ein keðilig mentan á nógvum arbeiðsplásum í Danmark, har menn, og ofta stjórar av ymsum slagi, gera seg inn á kvinnur og fara yvir um mark á ymsan hátt.

Fyrst var nógv tosað um uttanríkisráðharran Jeppe Kofoed, sum hevði samlegu við eina 15-ára gamla gentu í einari veisltu hjá ungdómsflokkinum hjá sosaldemokratunum í 2008. Seinastu tvær vikurnar ella so hevur flokkurin Radikale Venstre verið í brennideplinum, og Morten Østergaard er farin frá sum formaður og er nú sjúkrameldaður, eftir at søgur um hansara atburð móti kvinnum í flokkinum ígjøgnum árini, millum annað í fyllskapi, komu fram.

Seinastu dagarnar er Frank Jensen komin undir sjóneykuna, og hann er ikki longur yvirborgarstjóri í Københavns kommune og næstformaður fyri sosialdemokratunum. Hetta kunngjørdi hann í dag á tíðindafundi í dag. Orsøkin er mongu skuldsetingarnar um kynsligan ágang og ónærisligan atburð. 

Les meira: Frank Jensen gevst í politikki

Nógv settu spurnartekin við, nær Mette Frederiksen fór at viðmerkja søgunar um mannin sum til í dag var annar av næstformonnunum hjá Sosialdemkratunum. Og forsætisráðharrin legði stutt eftir tíðindafundin út á Facebook. Har rósti Mette Frederiksen Frank Jensen fyri sítt stóra politiska arbeiði - bæði sum ráðharri, í flokkinum og sum borgarstjóri í størstu kommunu í landinum. Hon legði dent á, søgan um mannin og hansara ikki yrkisleið ikki skal stegða, tí talan er um ein dugnaligan politikkara, sum í mong ár hevur arbeitt fyri Keypmannahavn og Danmark.

Metta Frederiksen ger tó púra greitt, at hetta er tann rætta avgerðin, og at nøkur viðurskifti kring Frank Jensen hava verið problematisk og tey forða fyri framhaldandi politskum arbeiði. Mette Frederiksen metir, at Metoo-rørslan hevur sett eitt umráðandi og neyðugt kjak í gongd, og sum øll onnur kjak skulu tey vera á einum ordligum grundarlagi. Til seinast hevur forsætisráðharrin eina staðiliga áheitan um, at greiða skal fáast á øllum persónsmálum í einum "pofessionellum rúmi" - ikki í miðlunum. 
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder