Innanlands

Mett verður at grindin er hampiliga stór

Sýslumaðurin sigur at grindin var funnin fyri áleið trimum korterum síðani

Mynd: JN.fo

Mynd: JN.fo

2019-05-09 10:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Grindin varð funnin við keiini í Sandvík fyri góðum trimum korterum síðani, sigur Jaspur Vang, sýslumaður.

Av tí at Sandvík ikki er góðkend hvalvág, verður nú roynt at reka grindina til Hvalbiar. Nakrir bátar eru hjá grindini.

Jaspur sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga hvussu stór grindin er, tí at hon er ov langt úti, men sagt verður at talan er um eina hampiliga grind.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder